Námsætlan hjá Alvalon

Alvalon er ein stovnur, ið liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi. Vit skipa karmarnar so, at børn og vaksin eru trygg, hava tað stuttligt og mennast í spæli. Vit arbeiða við eini námsætlan, ið umfatar allar aldursbólkar innan dagstovnaøkið.

Útgangsstøðið er í dagstovnalógini, Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.

 

  1. Persónligir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum, sum: tilknýti, sjálvsálit, sjálvsvirði, sjálvbjargni, at hava virðing fyri hvør øðrum, kreativiteti o.a.
  2. Sosialir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: tíð og karmar fyri spæli, skapa vinarbond, empati, loysa tvístøður, sosialir normar o.a.
  3. Málsligir førleikar, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: seta orð á, syngja, lesa søgur, spæl, upplivingartúrar, samling o.a.
  4. Náttúra og náttúrufyribrigdi, har vit arbeiða við lyklaorðum sum: djór, gróður, náttúra og náttúrufyribrigdi o.a.
  5. Kroppur og rørslur, Vit hava sett ein motorikvegleiðara, ið hevur útbúgving innan økið, og harumframt arbeiða vit við lyklaorðum, sum: grov- og fínrørslur, teir ymisku sansirnir, rørslulig menning, reinføri, heilsugóður kostur o.a.
  6. Mentanarlig úttrykk og virðir, har vit arbeiða við lyklaorðum, sum: føroyska málið, bókmentir, tónleikur, sjónleikur, framsýningar, ymiskar siðvenjur o.ø.

 

Hví skal barnið mennast?

Heilt frá føðing hevur barnið ein grundleggjandi tørv á kropsligari nærveru fyri at merkja seg sjálvt og fyri at menna egnan kropsligan samleika – eina kropsliga kenslu av at vera ein sjálvur. Hetta er við til at gera, at barnið seinni fær eina mynd av, at eg eri eg, og tú ert tú. Eg vil virðast og onnur skulu virðast.

 

Hvat skal til fyri, at barnið skal mennast?

Fyri at barnið kann mennast, má tað hava persónar tætt at sær, ið kunnu skapa karmar, soleiðis, at barnið kann menna sínar førleikar, so at tað á bestan hátt kann klára seg í nútíðarsamfelagnum.

Umráðandi er, at starvsfólkini duga at taka støði í tí einstaka barninum við námsligum innliti í, hvar barnið er í menningini.

Eisini krevst, at starvsfólkini skapa eitt ,,rúm”, har barnið kann menna seg til at fáa eina sterka persónligheit, sum kann møta verðini við eini jaligari lívsáskoðan, einum góðum sjálvsvirði, og at barnið lærir at virða onnur menniskju.

Eisini krevst:

  • at vit vaksnu eru fyrimyndir.
  • at barnið hevur nærløgd vaksin, ið halda barninum til
  • at barnsins sjálvsvirði og sjálvsálit verða styrkt
  • at vit vaksnu hava umsorgan fyri barninum
  • at barnið sleppur at royna seg
  • at vit vaksnu skapa eitt trygt og gott umhvørvi inni og úti
  • at barnið følir, tað hoyrir til – at barnið følir seg sum ein part av stovuni/stovninum
  • at barnið fær rættan kost og rørir seg
  • at barnið hevur viðvirkan á sín gerandisdag, at barnið hevur ein ríkan gerandisdag

Eisini er umráðandi, at vit vaksnu møta barninum á tí støði, tað er á, og síðani geva barninum tað, ið barnið hevur tørv á til víðari menning.

Vit brúka TRAS (tidlig registrering af sprogudvikling), ið er ætlað sum hjálp at fylgja og eygleiða málmenningini hjá einstaka barninum frá 2-5 ár.

Við TRAS kunnu vit fáa innlit í og yvirlit yvir sterku og veiku síður barnsins. Samstundis fáa vit eina fatan av, hvar barnið er í málmenningini.

Tað er umráðandi, at barnið hevur onkran, ið tað kann knýta seg at, og sum eisini knýtir seg at tí, og sum gevur barninum umsorgan og nærveru. Týdningarmikið er at vita, at eitt inniligt, kærleiksfult, tætt, heitt, trygt og álitisfult nærsamband millum barn og vaksin er ein grundleggjandi treyt fyri, at barnið fær eina náttúrliga og sunna menning.

 

Hvussu skapa vit karmar fyri, at barnið mennist? Hvussu vilja vit arbeiða?

Vit eru tilvitað um, at vit sum starvsfólk her á staðnum hava ábyrgdina av, at øll børn her á stovninum trívast og mennast.

Um barnið fær sínar tørvir nøktaðar, kennir barnið seg góðtikið. Longu nýføðingurin, ið hevur viðføddar eginleikar at skapa sambond, vísir ónøgd við at gráta og vælveru, tá hann er mettur. Umráðandi er, at tann vaksni dugir at týða teknini, ið barnið gevur, og at hann uppfyllir tørvin hjá barninum, eisini tann sálarliga og kensluliga tørvin. Fær barnið hesar tørvir nøktaðar, kennir tað seg góðtikið. At eitt barn verður góðtikið merkir eisini, at tað verður elskað treytaleyst. Tá ið barnið kennir seg góðtikið, fáa vit ofta eitt barn, sum kennir seg trygt. Á henda hátt fær barnið álit á sær sjálvum til at ávirka umhvørvið.

Vit vilja arbeiða soleiðis, at vit eru tilvitað um, hvat barnið kann ella skal mennast í á teimum ymisku økjunum: persónliga, sosialt, málsliga, kensluliga, kropsliga o.s.fr,. svarandi til sín aldursbólk.

 

Er umhvørvið nóg mennandi, bæði úti og inni?

Grov- og fínrørslurnar hjá barninum verða stimbraðar inni eins væl og úti. Vit meta, at grovrørslurnar hjá barninum verða væl stimbraðar úti í garðinum. Úti í garðinum kann barnið ganga, renna, klintra, ganga á sløttum, men eisini í ójøvnum lendi; reiggja, skreiða, sleða um veturin, sparka fótbólt, súkkla, ganga í ánni, ganga í haganum o.s.fr.

Okkara stóri og góði garður hevur alskyns møguleikar, ið gera, at barnið eisini fær ment sínar fínrørslur, t.d. við at spæla við sand, fylla vatn úr ánni/krananum í kannur/spannir o.s.fr.

Innandura hevur stovnurin eitt stórt felagsrúm, ið hevur eina stóra madrassu, rimar at klintra í, rutsjibana, bummar at balansera á, reiggjur og ymiskt annað. Stovnurin hevur eitt verkstað, har møguleiki er hjá børnunum at fordjúpa seg innan handverk og list, sum t.d. at smíða, klippa, líma, mála og ymiskt annað.

 

Persónligir førleikar

Børn 1/2 til 3 ár:

Vit taka útgangsstøði í pedagogiska ástøðinum hjá Lisu Ahlmann.

Skapa tilknýti – tað fyrsta vit gera er at skapa eitt gott umhvørvi, merkt av umsorgan og tryggleika, við virðing fyri ymiskleikanum hjá hvørjum einstøkum barni. Tá barnið byrjar í vøggustovu, er tað sera umráðandi, at tað fyrsta vit gera, er at skapa eitt gott tilknýti til barnið. Lata barnið vita, at vit síggja og hoyra tað. Gleðast, tvætla og hugna okkum saman við barninum og troysta barnið, tá tað grætur ella er kedd/-ur. Vit leggja stóran dent á, at vit sum starvsfólk eru støðuføst og standa við tað, ið vit siga og meina, so barnið fær álit á okkum.

Rósa barninum – tá barnið hevur gjørt okkurt serstakt, rósa vit barninum, við tí fyri eyga, at styrkja sjálvsálitið og sjálvsvirðið.

Sjálvbjargni – vit leggja stóran dent á at hjálpa barninum at verða so sjálvbjargið sum yvirhøvur møguligt. Hetta gera vit við at lata børnini gera alt tað sjálv, ið tey duga, umframt, at vit eggja barninum til at gera meiri, og síðani hjálpa vit, tá barnið ikki megnar sjálvt.

Virðing - vit læra barnið at hava virðing fyri sær sjálvum og eisini vísa øðrum virðing við at lurta eftir barninum, soleiðis, at barnið følir seg viðurkent, umframt, at vit læra barnið at lurta eftir øðrum, meðan onnur tosa.

 

Børn 4 til 5 ár:

Vit síggja og hoyra barnið og geva barninum viðurkenning fyri tað, ið tað er. Skal barnið kenna seg trygt, er tað umráðandi, at vit síggja og hoyra barnið. Lata barnið merkja, at tað verður góðtikið og geva barninum viðurkenning fyri tað, ið tað er, og fyri tað, ið tað ger. Harvið fær barnið ment sítt sjálvsvirði.

Styrkja sjálvsálitið – rósa barninum, tá barnið hevur gjørt okkurt kreativt, t.d. við at hanga listarverkið upp.

Sjálvbjargni – lata børnini vera við til at seta á borðið og taka av borðinum, hjálpa við uppvaskinum, rudda upp eftir sær, tá spælið er liðugt, lata seg í og úr klæðum o.s.fr.

Kreativitetur – vit eggja barninum til at vera forvitið, kreativt og koma fram við hugskotum. Hetta fyri, at barnið skal fáa hug at læra og kenna lívsgleði.

Samling – geva barninum høvi at ynskja sær ein sang, hoyra eina ávísa søgu, ella, at barnið greiðir frá onkrum, ið hevur týdning fyri einstaka barnið.

Virðing fyri hvør øðrum – læra barnið at tosa aftan á hvørt annað, læra at lurta og vísa hvør øðrum virðing. Vit læra tey høviskan málburð, umframt at læra tey at bíða hvør eftir øðrum.

 

Børn 6 til 7 ár:

Læra børnini at siga til og frá og taka egnar avgerðir – vit stuðla barninum í síni avgerð og læra barnið at góðtaka avgerðir hjá øðrum.

Læra børnini at kenna seg sjálvan í mun til onnur – hvar er mítt mark?

Læra børnini at hugsavna seg um eina lítla uppgávu, arbeiða sjálvstøðugt og eggja teimum til sjálv at taka stig til eitthvørt.

Styrkja sjálvsálit og sjálvsvirði – við at rósa barninum styrkja vit sjálvsálitið, og við at greiða barninum frá, at tú ert nóg góð/góður, eru vit við til at styrkja barnsins sjálvsvirði.

Geva okkum tíð at lurta eftir barninum – bert um vit geva okkum tíð at lurta eftir barninum, kunnu vit seta okkum inn í tørvin hjá tí einstaka barninum og harvið skapa karmar fyri víðari menning.

Fyrimyndir – vit eru tilvitað um, at vit starvsfólk eru fyrimyndir í tí, ið vit siga og gera, og at vit eru støðuføst og standa við tað, ið vit siga og meina, so barnið fær álit á okkum.

 

Sosialir førleikar

Børn ½ til 3 ár:

Vit taka útgangsstøði í pedagogiska ástøðinum hjá Lisu Ahlmann.

Umráðandi er, at vit skapa karmar og geva tíð til spæl – tey yngstu børnini í vøggustovuni spæla ikki so nógv saman, men meir við síðuna av hvørjum øðrum.

Koma upp í spæl - vit eru varug við, tá barnið er klárt at vera við í spæli og stuðla barninum í at koma upp í spæl við onnur børn.

Skapa vinarbond – at barnið lærir at skapa vinarløg við onnur børn við at skipa rolluspøl, hava samling, samskifta upp á ymiskar mátar o.a.

Læra barnið empati – t.d. um barnið vil hava eitt ting frá einum øðrum barni og byrjar at royta, klípa, sláa o.s.fr., at vit tá læra barnið, at hin fær ilt, tá tað ger soleiðis móti einum øðrum.

Hjálpsemi – vit læra børnini at hjálpa hvørjum øðrum, t.d. tá ið tey lata seg í, í spæli o.a.

Loysa ósemjur – vit eru tilvitað um, hjálpa barninum at loysa tær ósemjur, ið stinga seg upp í gerandisdegnum.

At vera tolin – at onkuntíð mugu vit bíða eftir hvørjum øðrum, hóast tað kann vera torført.

 

Børn 4 til 5 ár:

Spæla rolluspøl – at vit skapa teir fysisku karmarnar fyri, at barnið kann spæla rolluspøl og harvið læra sosialar reglur fyri, hvussu vit eru saman við øðrum.

At spæla í bólkum – at vit hjálpa børnunum at spæla í ymiskum bólkum, so sum lítlum og stórum bólkum, dreingja- og gentubólkum.

Loysa tvístøður – at vit stuðla børnunum at samráðast og loysa tvístøður.

Seta orð á seg sjálv – at vit læra børnini at avlesa kropsmál og andlitsmimik hjá hinum børnunum, samstundis sum tey lurta.

Stuðla barninum – at vit stuðla barninum í síni avgerð, og at vit læra barnið at góðtaka avgerðir hjá øðrum. Eisini er tað sera umráðandi, at barnið fær kensluna av at hoyra til felagsskapin og lærir at taka á seg ábyrgd av felagsskapinum.

Sosialir normar – at vit læra barnið at skilja og góðtaka sosialar normar og reglur.

Eggja barninum – at barnið verður tikið við og eggjað til at vera virkið í øllum tí, ið fer fram á stovninum.

 

Børn 6 til 7 ár:

At vera tolin – at vit læra børnini at bíða hvør eftir øðrum, sum t.d. í samling, at tá ein tosar, mugu hini bíða.

Skipaður gerandisdagur – at vit læra barnið, at ymiskt á stovninum er skipað, sum vit mugu fyrihalda okkum til.

At spæla regluspøl – at vit læra børnini at spæla eftir tørni, har onkur vinnur og onkur tapir, soleiðis at tey á ein sjálvstøðugan hátt klára forðingarnar, sum eru í regluspølunum.

Tvístøður – at vit stuðla børnunum sjálv at loysa tvístøður, og at vit vaksnu eru varin við at bjóða hjálp ov tíðliga.

Bólkaspæl – at vit læra børnini at vera í smærri og størri bólkum.

 

Málsligir førleikar

Børn ½ til 3 ár:

Vit taka útgangsstøði í pedagogiska ástøðinum hjá Lisu Ahlmann.

Vit seta ord á - vit seta orð á øll ting í gerandisdegnum og endurtaka rætt tað, ið barnið sigur.

Kropsmál og andlitsmimikkur – vit avlesa kropsmálið hjá børnunum og siga tað hart fyri at vita, um vit hava skilt barnið rætt.

Syngja – vit syngja nógvar sangir, har vit gera tekn til sangin og nevna navnið á hvørjum einstakum barni.

Søgur – vit skapa karmar fyri, at barnið fær ment sín málsliga førleika við søgum, rímum og ramsum. Vit lesa søgur fyri børnunum, t.d. peikibøkur, har barnið kann peika og seta orð á ting í bókini.

Spøl – við alskyns spølum skapa vit karmar fyri, at barnið mennir sín málsliga førleika, t.d. minnisspæl, har vit kunnu sita saman við teimum minnu børnunum og seta orð á tey ymisku tingini – litir, skap, tøl o.s.fr.

Upplivingar – vit geva barninum upplivingar; her verður hugsað um, at vit fara ymiskar túrar, ið vit so eisini tosa um, tá vit koma aftur á stovnin.

 

Børn 4 til 5 ár:

Læra at seta orð á – læra barnið at brúka málið, so barnið kann geva til kennar egnar tankar og kenslur og eisini læra at lurta og skilja onnur.

Brúka málið – læra barnið at brúka málið til at fáa kunnleika, seta spurningar og skilja aftursvar.

Upplivingar – fara ymiskar túrar við børnunum. Ein góður møguleiki er, at vit taka myndir á túrinum og leggja út á fb, tá vit koma heimaftur, so foreldur og børnini kunnu tosa um túrin, og børnini kunnu greiða frá ymiskum, ið tey upplivdu.

Søgur – vit lesa nógvar ymiskar søgur fyri børnunum, umframt at vit eggja børnunum til at spæla søguna sum leik aftaná.

 

Børn 6 til 7 ár:

Samling – vit tosa um, hvør dagur, mánaður, árstíð, tað er, og um merkisdagar og annað.

Syngja – vit syngja nógvar sangir, m.a. sangir, har børnini læra ymisk blómunøvn, djóranøvn o.a.

Søgur – vit lesa longri søgur fyri børnunum, har vit eggja børnunum til at ímynda sær, hvussu alt sær út í søguni.

Upplivingartúrar – vit skipa fyri nógvum ymiskum túrum, bæði skipaðum og ikki skipaðum. Skipaðir túrar eru t.d. at vitja brandstøðina, politistøðina, Norðurlandahúsið, MBM o.s.fr. Hetta eru túrar, ið geva barninum kunnleika til ymiskar stovnar og heiti í samfelagi okkara. Eisini gera vit brúk av ymiskum mentanarligum tilboðum í nærumhvørvinum, sum t.d. sjónleikir, konsertir, framsýningar o.s.fr. Hesir túrar eru m.a. við tí fyri eyga, at vit geva børnunum innlit í okkara mentan og møguleika at tosa um tað, ið barnið hevur sæð, hoyrt og upplivað á túrinum.

 

Náttúra og náttúrufyribrigdi

Børn 1/2 til 3 ár:

Vit taka útgangsstøði í pedagogiska ástøðinum hjá Lisu Ahlmann.

Túrar – vit ganga nógvar túrar í nærumhvørvinum, har børnini hava møguleika at sansa alt tað, ið náttúran hevur at bjóða. T.d. túrar til hønur, dunnur, hestar, í ánna, óslætt lendi og ganga á bønum niðan móti flogvøllinum. Her tosa vit við børnini og greiða teimum frá tí, ið vit síggja, hoyra og nerta við, t.d. blómur, fuglar, seyð, trø, áir, fossar o.a.

Spæliplássið – vit hava ein stóran og góðan garð við alskyns møguleikum. Her er bøur, blómur, hagi, trø, áir, steinar, ójavnt lendi og sandur.

Veðrið – vit tosa við børnini um, hvussu veðrið er í dag, og tosa um at lata okkum í klæðir hóskandi til veðrið. Vit føla og hoyra regnið, vindin, heglingin, kavan og merkja hitan frá sólini.

 

Børn 4 til 5 ár:

Varðveita náttúruna – vit leggja stóran dent á, at børnini læra at hugsa um týdningin av at varðveita náttúruna reina; hetta gera vit m.a. við at læra børnini at taka rusk upp eftir sær og koyra í ruskíløt. Vit læra børnini, at hava virðing fyri blómum og øllum djórum.

Óskipaðir túrar – vit far út í garðin og túrar í nærumhvørvinum og bygdini í so at siga øllum veðri.

Skipaðir túrar – vit vitja m.a. hønur, dunnur, hestar og seyð. Vit fara út at hyggja at, tá tjøldrini koma, hyggja at reiðrum, tá ið fuglarnir hava vorpið o.s.fr.

Refleksjón – heimafturkomin tosa børn og starvsfólk um tað, vit hava sæð og upplivað á túrinum. Eisini brúka vit nógva orku til at dokumentera við myndum tað, ið vit hava sæð.

 

Børn 6 til 7 ár:

Gera brúk av náttúruni – tað er umráðandi, at barnið lærir at vera í náttúruni, lærir at kenna árstíðirnar og sleppur at brúka hugflogið, tá ið tað spælir í náttúruni. Hetta hjálpir barninum at fáa eina heildarmynd av lívsins gongd.

Tilfar úr náttúruni – vit eggja børnunum til at finna ymiskt tilfar í náttúruni,ið tey kunnu brúka til ymiskt kreativt og handaligt virksemi.

Túrar – vit læra børnini at taka rusk upp eftir sær, tá ið vit eta matpakka í náttúruni, umframt, at vit læra børnini at virða djór og gróður.

Føroyska veðurlagið – føroyska veðurlagið er ógvuliga skiftandi, men vit royna at fara túrar við børnunum í øllum veðri, so at børnini gerast tilvitað um veðurlagið. Vit leggja dent á at greiða børnunum frá, at hóast regn, kava, vind o.s.fr. kunnu vit fara út og hava tað stuttligt, um bert vit lata okkum í eftir veðrinum.

 

Kroppur og rørslur

Børn 1/2 til 3 ár:

Vit taka útgangsstøði í pedagogiska ástøðinum hjá Lisu Ahlmann.

Sansa kroppin – vit eggja børnunum til at kenna gleðina av at merkja kroppin, stuðla teimum í at røra seg og soleiðis stimbra kroppin, bæði tá hugsað verður um grov- og fínrørslur.

Grovrørslur - grovrørslunar verða best stimbraðar uttandura, við t.d. at ganga, renna, klintra, hoppa, rulla, uppliva slætt og óslætt lendi, reiggja, klintra í og úr sandkassanum, skreiða, sparka bólt, súkkla, fara í og úr áum o.s.fr. Inni hava vit eisini góðar karmar fyri, at barnið fær stimbrað grovrørslurnar, við t.d. okkara pútum, ið vit byggja við og klatra á, reiggjur, rimar í Miðlon, ganga í stiga, rørslutíma við lille Ida, kúlubað, motorikrúmið, trappur, ganga eftir kantum, rutsja í rutsjibananum, hoppa á madrassuni, ganga á sansabanum, reiggja á ymiskum reiggjum o.s.fr.

Fínrørslur - fínrørslunar kunnu verða stimbraðar bæði innan- og uttandura. Inni kunnu vit skapa karmar fyri, at barnið fær stimbrað fínrørslurnar, við t.d. at spæla við vatn, koyra vatn í og úr vatnkørum, at perla (smáar og stórar perlur) á elastikk ella á plátu. Vit eggja børnunum at tekna, læra seg at halda á blýantinum, at mála ymisk listarverk og læra seg at seta ymiskar litir saman, leggja puslispøl, eta við skeið ella gaffli. Tey størru børnini í vøggustovuni vilja sjálv sleppa at smyrja smør á bollan/breyðið og skeinkja mjólk. Tey byggja eisini við ymiskum klossum, klippa, klistra o.s.fr. Úti kunnu fínrørslurnar verða stimbraðar við, at barnið hentar blómur og steinar, spælir við sand/mold, fyllir vatn í kannur o.s.fr.

Gera brúk av sansunum – barnið lærir at gera brúk av sansunum, sjónini, hoyrnini, smakki- lukti- og følisansi.

Sjónin – vit gera børnini varug við ymiskt, ið eygað sær, t.d. ljós, myrkur, djór og annað spennandi.

Hoyrnin – vit gera børnini varug við ymiskt, ið er at hoyra t.d. vind, hegling, áartutl, eina tyrlu, sang o.s.fr.

Smakkisansurin – vit læra børnini at brúka smakkisansin, t.d. tá tey eta sterkt, súrt, søtt, og um teimum dámar matin.

Luktisansurin – vit eggja børnunum til at lukta ymiskan mat, blómur, gras o.s.fr.

Følisansurin – vit lata børnini føla turt, vátt, bleytt, hart, klebrut o.s.fr.

 

Børn 4 til 5 ár:

Túrar – fyri at stimbra grov- og fínrørslurnar fara vit ymiskar túrar. T.d. fara vit túr oman á sandin, í hagan , so børnini kunnu ganga, renna, hoppa, ganga á sløttum og ósløttum lendi og hoppa í hyljum. Eisini geva vit børnunum møguleika at føla vátan og turran sand, hoyra ymisk ljóð, finna grasormar og onnur smákykt o.s.fr.

Innandura – vit leggja stóran dent á, at skapa karmar fyri, at børnini kunnu spæla og vera kreativ. Tey kunnu eisini tekna, mála, klippa, líma, spæla við vatn o.s.fr.

Reinføri – vit læra tey og hjálpa børnunum at vaska hendur hvørja ferð, tey hava verið á vesi, og áðrenn og aftaná, at tey hava etið. Tá vit eru liðug at eta, rudda børnini upp eftir sær sjálvum, umframt, at vit vaska borð og feia gólv.

Kostvanar – vit fylgja teimum kostráðum, ið serkøn á økinum geva okkum, t.d. viðvíkjandi mjólk, morgunmatarvørum og annars øllum øðrum matvørum, ið stovnurin keypir. Vit hava køksfólk á stovninum, ið ger heilsugóðan mat til millummála.

 

Børn 6 til 7 ár:

Venja kroppin – vit skapa karmar soleiðis, at børnini kunnu venja kroppin, bæði til stórar- og smáar rørslur.

Útferðir – vit fara longri útferðir við børnunum, soleiðis at børnini kunnu stimbra kropp og sansir, t.d. við at fara í hagan, til Bíggjars og út um nærumhvørvið.

Spæliplássið – vit stuðla børnunum í at vera virkin í gerandisdegnum, soleiðis at tey kunnu koma at kenna gleðina við at brúka kroppin. Á spæliplássinum hava vit haga, øki við grasi, eina á, slætt og óslætt lendi.

 

Mentanarlig úttrykk og virði

Børn 1/2 til 3 ár:

Vit taka útgangsstøði í pedagogiska ástøðinum hjá Lisu Ahlmann.

Føroyska málið – vit leggja dent á at tosa rætt føroyskt.

Føroyskar bøkur og tónleikur – vit leggja stóran dent á at lesa føroyskar barnabøkur, ið eru aldurshóskandi. Eisini syngja vit nógvar føroyskar barnasangir og gera ymisk tekin og rørslur til sangirnar. Vit kvøða og dansa føroyskan dans til føstu og framføra fyri ommum og abbum.

Sjónleikur – vit eggja børnunum til at spæla ymiskar smáar leikir fyri hvør øðrum.

Siðir og sikkir – vit fylgja siðum og skikkum t.d. jól, páskir, føstulávint, flaggdagshald, tá fuglarnir koma og fara o.s.fr.

 

Børn 4 til 5 ár:

Tjóðsangurin – vit syngja nógvar føroyskar sangir við børnunum og læra børnini tjóðsang okkara.

Merkið – vit vísa børnunum myndir av tí føroyska flagginum og greiða teimum frá søguni um merkið. Vit eggja børnunum til at tekna okkara vakra flagg.

Tjóðfuglur – tá grækarismessa nærkast, fáa børnini høvi at tekna/klippa/líma tjøldur, meðan vit lesa søgur og vísa myndir av tjøldrum, umframt at vit eisini læra børnini at syngja sangir um tjøldur. Eisini fara vit túrar niðan í hagan, har vit tilvitað royna at lurta og hyggja, um nakað tjaldur man vera komið heim á klettarnar.

Tjóðblóman – tá tjóðblóman sóljan byrjar at spíra og vaksa, fara vit út at hyggja, lukta og føla hana. Vit tosa um litin hon hevur, nær hon stendur í blóma og følnar.

Sjónleikir – vit eggja børnunum til at vera skapandi við m.a. at klæða seg í ymisk klæðir og spæla sjónleik fyri hvør øðrum.

 

Børn 6 til 7 ár:

Ymiskar siðvenjur – vit gera nógv burtur úr føstulávintsmánadegi, tá nærum øll børn og starvsfólk koma grýluklødd á stovnin. Vit sláa tunnu, síggja og spæla sjónleik, umframt at vit bjóða ommum og abbum til kaffi og at kvøða saman saman við okkum henda dagin.

Høgtíðir – á páskum, jólum og aðrar høgtíðir prýða vit stovnin við ymiskum pynti, ið børnini hava gjørt. Vit syngja sangir hóskandi til høgtíðina og greiða børnunum frá, hví vit halda páskir, jól og aðrar høgtíðir.

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
alvalon@sorvag.fo

 

Tórdis Dam Johannesen
leiðari
tel. 23 32 40
tordis.johannesen@sorvag.fo

Anja av Trøð Lauritsen
skrivstovufólk
tel. 23 32 49
anja.lauritsen@sorvag.fo

Vivian á Stongum
varaleiðari
tel. 23 32 37
vivian.joensen@sorvag.fo

Motorikvegleiðarar
Rúna Joensen
Jannet Johannesen
Birna Henriksen

Barnaból
tel. 23 32 44

Barnabýli
tel. 23 32 43

Barnalon
tel. 23 32 45

Lítlaból
tel. 23 32 35

Lítlalon
tel. 23 32 41

Pinkuból
tel. 23 32 42

Stóralon
tel. 23 32 46