Privatlívspolitikkur hjá Alvalon (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Alvalon at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Alvalon er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Alvalon:
Alvalon
Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Tlf: +298 363240
Á heimasíðuni alvalon.fo síggjast meira upplýsingar viðvíkjandi Alvalon.
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
- Umvegis teldupost: Send teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
- Umvegis telefon: Tú kanst ringja til stovnin á telefon +298 363240
- Umvegis bræv: Alvalon, Kjóadalsvegur 2, FO-380 Sørvágur, Att: dátuverndarfólk
2. Nær viðger Alvalon persónupplýsingar um teg
Alvalon viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við virksemi hjá dagstovninum, harundir tær uppgávur, sum stovnurin hevur skyldu at loysa og tær tænastur stovnurin hevur skyldu ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um ansing av børnum í aldrinum 0 ár til 7 ár.
Tað kann verða, at stovnurin hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann tað verða, at tú hevur sent stovninum ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger, at stovnurin skal viðgera tað tú sendir inn, og tað ger, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
Dagstovnurin kann eisini viðgera eitthvørt mál har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Alvalon skal veita borgarum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá stovninum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
- Stovnurin kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær sum ger at vit viðgera persónupplýsingar um teg
- Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum
- Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar
3.1 Heimild fyri okkara viðgerð
Tað kunnu, sum víst omanfyri, verða ymsar persónupplýsingar, sum stovnurin viðger og heimildin er eisini ymisk.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit savna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
- Roknast skal við at Alvalon viðger bæði vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar hjá børninum, alt eftir umstøðunum
- Alvalon viðger eisini vanligar upplýsingar hjá foreldrum/verju. Í summum støðum kann koma fyri at Alvalon viðger viðkvæmar upplýsingar hjá foreldrum/verju
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Alvalon gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum stovnurin hevur savnað í sambandi við ansing.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini, ella lóg um alment innlit osv, at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Stovnurin nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar stovnurin tínar persónupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum.
Í onkrum førum fær Alvalon persónupplýsingar um teg um vit skulu viðgera eitt mál sum tú á ein ella annan hátt, ert ein partur av. Tá kunnu persónupplýsingarnar verða komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum, sum til dømis frá TAKS, ella frá landsfólkayvirlitinum, ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri stovninum.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Alvalon hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Alvalon er ein partur av Sørvágs kommunu og fylgir sum kommunan galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Alvalon hevur sum Sørvágs kommuna sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Sørvágs kommunu verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur stovnurin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá Alvalon, verða burturbeindar eitt ár eftir, at Alvalon tók avgerð í málinum.
9. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 og 2).
10. Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
11. Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
12. Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
13. Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at stovnurin skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
14. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
15. Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
16. Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
17. Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til stovnin á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella á telefon +298 363240.
18. Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Alvalon ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.
Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er dat.fo
Hesin privatlívspolitikkur er góðkendur av leiðsluni í Alvalon tann 24.03 2023.