Foreldraráðið í Alvalon

Á foreldraráðsfundi í mai 2022 skipaði ráðið seg soleiðis:

Forkvinna: Kari-Ann Falkvard, mamma Christjan og Jógvan

Næstforkvinna: Fríða Reynskor, mamma Silas 

Skrivari:  Jóna Jacobsen, mamma Óla, Suna og Viviu

Limur: Estrid Simonsen, mamma Óðin og Evu

Limur: Vinni Jacobsen, mamma Ára

Ráðslimir:  Edhel Lauritsen, mamma Eddie 

                    Elias Davidsen, pápi Marner Bjarka, Jens Jákup og Sigurd Tóra

Hava tit okkurt áhugamál, rís, rós, spurningar ella uppskot til eitthvørt, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til foreldraráðið. Antin persónliga til ein av limunum ella við at senda mail.

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Viðtøkur fyri foreldraráðið

Sambært Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mei 2000 um dagstovnar og dagrøkt § 3, verður foreldraráð valt.

§1 Endamál
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðaran á stovninum og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommunu. Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

§2 Heiti
Foreldraráðið fyri Dagstovnin Alvalon í Sørvágs Kommunu.

§3 Foreldraráðslimir
Í ráðið kunnu veljast øll sum hava børn í stovninum.

§4 Atkvøðurætt
Foreldur ella avvarandi hava eina atkvøðu hvør.

§5 Ráðið
Foreldraráðið er samansett av trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av. Ávíkavist verða tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávíkavist verða ein og tveir limir valdir í ólíkatals ári. Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarandi. Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur eftir somu skipan sum ráðsval. Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sætið í ráðnum. Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin og áliggur tað formanninum at kalla saman. Berst honum frá kallar næstformaðurin ráðið saman. Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara. Ráðsfundur er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av ráðslimunum eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at ráðsavgerðir eru einmæltar. Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrst komandi ráðsfund.

§6 Foreldrafundur
Foreldrafundur verður hildin á heysti eina ferð um árið við hesi dagsskrá:

- Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna ári
- Frásøgn frá foreldraráðnum
- Val av limum og varalimum til foreldraráðið
- Viðger av innkomnum málum
Ymisk uppskot ið skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 7 dagar fyri fundin. Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboða. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað. Fráboðan til foreldrafund skal verða við uppslagi á stovninum við 14 daga varningi. Tey ið ynskja fund hava ábyrgdina av at boða frá við uppslagi á stovninum. Er talan um mál, ið hava serligan skund, kann víkjast frá 14 daga tíðarfreistini.

§7 Samráðingar
Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.

§8 Ábyrgd limanna
Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu.

§9 Aðrar ásetingar
Innlit í fundarfásagnir v. m. frá ráðs- og ella foreldrafundum verða ásetingarnar í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina gjørdar galdandi.

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
alvalon@sorvag.fo

 

Tórdis Dam Johannesen
leiðari
tel. 23 32 40
tordis.johannesen@sorvag.fo

Anja av Trøð Lauritsen
skrivstovufólk
tel. 23 32 49
anja.lauritsen@sorvag.fo

Vivian á Stongum
varaleiðari
tel. 23 32 37
vivian.joensen@sorvag.fo

Motorikvegleiðarar
Rúna Joensen
Jannet Johannesen
Birna Henriksen

Barnaból
tel. 23 32 44

Barnabýli
tel. 23 32 43

Barnalon
tel. 23 32 45

Lítlaból
tel. 23 32 35

Lítlalon
tel. 23 32 41

Pinkuból
tel. 23 32 42

Stóralon
tel. 23 32 46