Okkara skrivstovufólk fer í barsil og tí søkja vit eftir skrivstovufólki at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 7. august 2023 og eitt ár fram.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving. Ein fyrimunur er, um viðkomandi hevur royndir við Nemaløn og Nematíð.
Vit vænta at umsøkjarin
- er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- kann arbeiða sjálvstøðugt
Tann setti kemur í høvuðsheitum at taka sær av og hava ábyrgd av:
- Nemaløn
- Nematíð
- Nemastarv
- Journalisering
- Aðrar fyrifallandi umsitingarligar uppgávur
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju av Trøð Lauritsen, skrivstovufólk, á tlf. 233249 ella Tórdis Dam Johannesen, leiðara, á tlf. 233240.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Umsókn
Umsókn skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi týsdagin 18. juli 2023.