Námsfrøðingar og avloysarar til Alvalon

alvalon 10 ar

Alvalon leitar eftir trimum námsfrøðingum og avloysarum undir feriu, sjúku o.l.

 

Um størvini:

Eitt starv er í vøggustovu saman við tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki. Starvið er 30 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað frá 1. februar 2023 til 1. januar 2024.

Eitt starv er í smábarnastovu (3-4 ára gomul) saman við einum námsfrøðingi og trimum hjálparfólkum. Starvið er 30 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað frá 1. februar 2023 til 1. august 2023 – møguliga longri.

Eitt starv er í vøggustovu saman við tveimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum. Starvið er 25 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað frá 1. mars 2023 til 1. september 2023.

Umframt hesi hava vit tørv á avloysarum at arbeiða undir sjúku, feriu o.l.

 

Um stovnin

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so, at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 99 børn í aldrinum 0-7 ár. Tað arbeiða 11 námsfrøðingar, 21 hjálparfólk, skrivstovufólk og køksfólk á stovninum. Vit arbeiða í felag um at menna stovnin. Vit raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir og hjálparfólkafundir, har vit arbeiða við ymiskum evnum, persónligari og fakligar menning.

 

Væntanir

Væntað verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.

 

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
  • eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
  • at verða luttakandi í einum stovni í menning

Sí heimasíðu okkara alvalon.fo

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi hósdagin 19. januar 2023.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Um so er at námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Starvssetanin er treytað av at barnaváttan fæst.

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
alvalon@sorvag.fo

 

Tórdis Dam Johannesen
leiðari
tel. 23 32 40
tordis.johannesen@sorvag.fo

Anja av Trøð Lauritsen
skrivstovufólk
tel. 23 32 49
anja.lauritsen@sorvag.fo

Vivian á Stongum
varaleiðari
tel. 23 32 37
vivian.joensen@sorvag.fo

Motorikvegleiðarar
Rúna Joensen
Jannet Johannesen
Birna Henriksen

Barnaból
tel. 23 32 44

Barnabýli
tel. 23 32 46

Barnalon
tel. 23 32 45

Lítlaból
tel. 23 32 35

Lítlalon
tel. 23 32 41

Pinkuból
tel. 23 32 42

Stóralon
tel. 23 32 43