Mánadagin 9 mai byrjaði Tórdis Dam Johannesen úr Sandavági sum nýggjur leiðari í Alvalon.
Tordis hevur námsfrøðiliga útbúgving frá Hjørring Seminarium, har hon var liðug í 2001. Hon flutti aftur til Føroyar í 2006 og byrjaði í Alvalon sama ár, og fram til 2016 var hon varaleiðari á stovninum.
Eftir hetta hevur Tordis starvast í dagstovnaøkinum hjá Vága kommunu, og eisini tikið skeið í leiðslu, og B.A. í námsfrøði.
Sostatt hava vit fingið ein leiðara við drúgvum námsfrøðiligum royndum og leiðsluroyndum, eins og hon kennir bæði stovnin og flestu starvsfólkini.
Vit ynskja Tórdis vælkomna :-)