Varðabýli er sett á stovn fyri børn, sum hava tørv á einum sernámsfrøðiligum tilboði, sum vit ikki hava møguleika at geva inni á eini vanligari stovu. Børnini eru tó knýtt at eini stovu, og luttaka í virksemi alt eftir hvat tey megna.
Endamál: við sernámsfrøði at arbeiða fyri at barnið trívist og mennist.
Arbeiðsháttur: arbeitt verður út frá hvat hvørt einstakt barn hevur tørv á. Vit finna styrkir og áhugamál hjá barninum, og brúka tað sum grundarlag. Vit arbeiða í lítlum bólki, soleiðis at møguligt er í einum tryggum og róligum umhvørvi, at menna sosialar og persónligar førleikar. Luttikið verður í ymiskum virksemi, so sum svimjing og ítrótti. Dagurin er vælskipaður og forútsigiligur.
Vit leggja dent á góðar relatiónir og at starvsfólk mennast fakliga, soleiðis at tey hava besta førleika, at skipa fyri einum tryggum og mennandi gerandisdegi.