Nú barnatalið er nógv økt í kommununi síðstu árini, hevur bygdaráðið avgjørt, at Alvalon og Sýslan verða tveir stovnar, við hvør sínum leiðara.
Við atliti til tað námsfrøðiliga og umsitingarliga partin, meta vit, at tveir stovnar er rætta loysnin.
Frá 01. januar 2022 er og verður Birita Arge leiðari í Alvalon og Borgarhjørt Larsen sum var varaleiðari í Alvalon verður leiðari í Sýsluni.
Við vón um gott samstarv.
Eyð Ellingsgaard
Borgarstjóri