Dagstovnatilboðið Alvalon í Sørvágs kommunu
Áheitan til foreldur og komandi foreldur
Í kommununi er ein nútímans dagstovnur, ið nøktar ansingartørvin fyri øll børn í aldrinum 0 til 10 ár. Stovnurin er sostatt ein samskipaður dagstovnur við vøggustovum, barnagarðsstovum og frítíðarskúla til og við 3. flokk.
Umsókn um pláss og uppsøgn av plássi eigur at vera dagsstovninum í hendi í minsta lagi ein mánað áðrenn barnið skal byrja á stovni ella gevast. Umsóknin og uppsøgnin skal vera stovninum i hendi fyrsta ella hálvan í einum mánaði.
Barnatalið veksur skjótt, og tað krevur, at vit leggja væl til rættis, m.a. hvørja stovu børnini skulu á, hvørji starvsfólk og hvussu nógv starvsfólk skulu á hvørja stovu. Tí heita vit á tykkum foreldur, at melda barn tykkara á stovn beinanvegin tit vita, nær tit hava tørv á ansing.
Skjølini kunnu fáast á heimasíðunum hjá Sørvágs kommunu (sorvag.fo) og Alvalon (alvalon.fo) ella við at venda sær til Alvalon.
Vinarliga
Sørvágs kommuna og leiðslan fyri Alvalon