Avloysarar til dagstovnin Alvalon í Sørvági
- Details
- Published: Wednesday, 16 August 2023 12:02
Hey tú! Ja tú!!
Ert tú ein opin og fyrikomandi persónur? Ert tú fleksibul og hevur góð samstarvsevnir? Vilt tú vera við til at gera gerandisdagin hjá okkara børnum góðan, tryggan og spennandi? So er tað tær, vit hava brúk fyri!
Vit í Alvalon hava tørv á avloysarum at byrja skjótast tilber. Um hetta hevur vakt tín áhuga, ella um tú vilt vita meira um stovnin, so ert tú meira enn vælkomin inn á gólvið at tosa við okkum ella at ringja til okkum.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Vinarliga
Tórdis Dam Johannesen, Leiðari
Tlf. 233240
Vivian á Stongum, Varaleiðari
Tlf. 233237
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
alvalon.fo