Virðisgrundarlagið

 

Endamálið við dagansingini í Sørvágs kommunu er:

                        

At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn, soleiðis at foreldur ekkaleys kunnu fara til arbeiðis og vita, at børnini eru í góðum hondum.

 

 

Dagstovnurin Alvalon arbeiðir miðvíst við orðingini í dagstovnalógini:

Tryggleiki,  umsorgan, virðing og sjálvbjargni

 

Tað er týdningarmikið, at børn og foreldur fáa eina góða byrjan uppá gerandisdagin og føla seg vælkomnan í Alvalon. Vit eru øll týdningarmikil og ein partur av gerandisdegnum. Vit vilja, at hvørt einstakt barn fær tað móttøku, tað hevur brúk fyri.

Starvsfólkini síggja børnini og lurta eftir teimum. Tey geva sær góðar stundir og skapa ró og nærveru. Børnini fáa kunnleika og innlit í seg sjálvan og í onnur gjøgnum spæl, samveru og samspæl í gerandisdegnum.

Starvsfólkini síggja børnini sum unik við styrkjum og ymiskleikum, og geva teimum avbjóðingar sum hóska júst til tey. 

Frá tí at børnini byrja í vøggustovuni, arbeiða vit tilvitað við teirra sjálvbjargni. Hetta sæst í okkara praktisku námsfrøði (Lise Ahlmann). 

Tá børnini fara víðari í barnagarð, uppliva tey teir kendu karmarnar og tann námsfrøðiliga arbeiðsháttin, sum var í vøggustovuni. Børnini vera sostætt verandi í tryggum umsorganarfullum umhvørvið.            

 

 

 

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
[email protected]

Claus A. Rasmussen
leiðari
tel. 23 32 40

Bjørg av Kák Olsen
varaleiðari
tel. 23 32 49

Borgarhjørt Larsen
varaleiðari í Sýsluni
tel. 23 32 48

Barnaból
tel. 23 32 44

Barnabýli
tel. 23 32 43

Barnalon
tel. 23 32 45

Lítlalon
tel. 23 32 41

Pinkuból
tel. 23 32 42

Stóralon
tel. 23 32 46

Sýslan
tel. 23 32 47