Námsætlan

1. Siðir og mentan

Februar - mars 2016

Í dagstovnalógini §2 stendur m.a. soleiðis:

- Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum er: við umsorgan í tryggum og barnavinarligum umhvørvi at menna og menta børnini...

 

Við útgangsstøði í dagstovnalógini arbeiða vit í februar og mars við evninum "siðir og mentan". Tað vit hava valt at hugsavna okkum um er:

  • "At kasta kráku", føroyskur dansur, føstulávint, grækarismessa, flaggdagur, at syngja, hønur og ymiskir tjóðskapir
  • Harumframt arbeiða Barnalon og Stóralon við evninum "ymiskleiki"

Ymiskt er, hvat av evnunum stovurnar hava lagt dent á. Hetta er í tráð við arbeiðsháttin "Spor", sum í høvuðsheitum snýr seg um at fylgja áhuganum hjá børnunum, og leggja arbeiði tilrættis eftir honum.

Les meira...

2. Náttúra og umhvørvi

Apríl - mai 2016

Í dagstovnalógini §2 stendur m.a. soleiðis:

- Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum er: í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

 

Við útgangsstøði í dagstovnalógini arbeiða vit í apríl og mai við evninum "náttúra og umhvørvið". Tað vit hava valt at hugsavna okkum um er:

  • burturkast og dálking, djór, plantur, vøkstur og veðurlag

Les meira...

3. Heilsa og rørsla

Mai - juni 2016

Í dagstovnalógini §2 stendur m.a. soleiðis:

Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:
- At tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika.

 

Við útgangsstøði í dagstovnalógini arbeiða vit í mai og juni við yvirskriftini "Heilsa og rørsla". Vit hava valt at hugsavna okkum um:

  • Mat, reinføri, grovrørslur, fínrørslur og teir 7 sansirnar.

Les meira...

4. Sosialir førleikar

September - oktober 2016

Í dagstovnalógini §2 stendur m.a. soleiðis:
Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

  • At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag

 

Við útgangsstøði í dagstovnalógini arbeiða vit í september og oktober við yvirskriftini "Sosialir førleikar", vit hava valt at hugsavna okkum um:

  • Vinarbond, kenslur, spæl og samskifti

Les meira...

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
[email protected]

Leiðari: 233240
Varaleiðari: 233248
Lítlalon: 233241
Pinkuból: 233242
Barnabýli: 233243
Barnaból: 233244
Barnalon: 233245
Stóralon: 233246
Sýslan: 233247