Reglugerð fyri Dagstovnin Alvalon í Sørvágs kommunu

§1

Dagstovnurin Alvalon, ið er ein kommunalur stovnur, er góðkendur við heimild í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000. Stovnurin hevur rætt til at fáa almennan studning sambært lóg og er skyldigur til at vera undir almennum eftirliti og fylgja teimum umsitingarligu fyriskipanum, ið eru ásettar sambært som lóg.

 

§2

Stk. 1

Endamál stovnsins er gerandisdagar í dagtímunum at hava umsorgan fyri, menna og menta børnum - í einum kristnum anda í tryggum viðurskiftum á námsfrøðiligan fullgóðan hátt - í aldrinum 0 til 7 ár, sum eru búsitandi í Sørvágs kommunu.

Stk. 2

Javnstillað við stk. 1 er endamál stovnsins at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

 

§3

Stk. 1

Fyri Dagstovnin Alvalon skal veljast eitt foreldraráð, sum skal geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

Stk. 2

Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu verða 3-5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

Stk. 3

Ráðið skal vera umboðað av foreldrum, sum hava børn á stovninum.

Stk. 4

Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

 

§4

Stk. 1

Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins setir kommunan ein leiðara. Leiðarin setir pedagogar og hjálparfólk í størv, sum annars eru neyðug á stovninum. Fólk sum verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarandi yrkisfelag.

Stk. 2

Stovnurin hevur opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at stovnurin kann hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum sambært §3 stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt. Børn hava ikki loyvið at verða á stovni meira enn 9 tímar/dag.
Leiðarin skal hava boð innan 1. mai nær barnið skal í feriu. Barnið skal verða í feriu minst 3 samanhangandi vikur í feriuárinum sum er frá 1. mai til 30. september. Um barnið heldur summarferiu 4 vikur samanhangandi í feriuárinum, verður einki goldið í juli mánað.

Stk. 3

Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.

Stk. 4

Sørvágs kommuna ger upptøkureglir, sum skulu góðkennast av landstýrismanninum sambært §4 stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.

Stk. 5

Kommunan hevur ábyrgdina av, at gjaldið, ið foreldrini skulu lata, verður kravt, og førir leiðarin í samstarvi við annað starvsfólk hjáverubók, har tað hvønn dag verður sagt frá, hvørji børn, ið eru komin.

Stk. 6

Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á stovninum, og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

Stk. 7

Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlan, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.s.fr. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur.

Stk. 8

Leiðarin hevur ábyrgdina av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunan tekur avgerð, ið eftir uppdatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur s.s sáttmáli o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommunurnar kærast til Almanna- og Heilsumálastýrið.

Stk. 9

Er talan um størri útveganar, fer keypið fram, eftir at tilboð eru fingim til vega og løgd fyri kommununa til støðutakan.

Stk. 10

Er talan um størru útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkendu fíggjarætlan, kunnu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá Sørvágs kommunu.

 

§5

Stk. 1

Tað áliggur leiðaranum saman við kommunalu fyrisitingini at gera uppskot til fíggjarætlan. Roknskapurin verður grannskoðaður sum partur av kommunurokniskapinum.

 

§6

Stk. 1

Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann barnið sigast upp eftir reglum í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 "Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt".

Stk. 2

Um barn er á bíðilista, hvørs tørvur verður mettur hægri enn tørvurin hjá upptiknum barni, er tað ikki uppsagnargrund.

Stk. 3

Søkja foreldur um upptøku av barni/um teirra, hevur kommunan ikki loyvi til at sýta teimum upptøku, um pláss er á stovninum.

 

§7

Sørvágs kommuna kann broyta hesa reglugerð.

 

 

Sørvágur, 8. juni 2009

 

Sørvágs kommuna
Sune Jacobsen, borgarstjóri

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
[email protected]

Leiðari: 233240
Varaleiðari: 233248
Lítlalon: 233241
Pinkuból: 233242
Barnabýli: 233243
Barnaból: 233244
Barnalon: 233245
Stóralon: 233246
Sýslan: 233247