Um Alvalon

Dagstovnurin Alvalon er ein integreraður stovnur við børnum frá uml. 7 mánar til 7 ár.

Alvalon lat upp 28. august 2006 og vóru tað uml. 115 børn og 28 starvsfólk ið byrjaðu tá.

Í juni 2006 valdi Sørvágs Kommuna at hava ein navnakapping og mong vóru uppskotini ið komu inn. Ein navnanevnd var set, og kom hon fram til, at Alvalon var best hóskandi navnið til stovnin. Alvi merkir barn og lon merkir avlangt hús, So hetta hóskaði seg sera væl, og var navnið vælumtókt millum fólk. Tað vóru bert tvey ið høvdu uppskotið Alvalon, og var lutakast millum hesi baði og vinnarin var Jóan Hendrik Winther Poulsen. Tá Alvalon lat upp húsaðist frítíðarskúlin eisini í Alvalon. Hetta er broytt,og frítíðarskúlin er farin oman í Sýsluna.

 

 

Leiðari:

Claus A. Rasmussen
Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

 

Varaleiðari:

Bjørg av Kák Olsen

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
[email protected]

Leiðari: 233240
Varaleiðari: 233248
Lítlalon: 233241
Pinkuból: 233242
Barnabýli: 233243
Barnaból: 233244
Barnalon: 233245
Stóralon: 233246
Sýslan: 233247