Foreldraráðið í Sýsluni

Viðtøkur fyri foreldraráðið

Sambært Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mei 2000 um dagstovnar og dagrøkt § 3, verður foreldraráð valt.

 

§1 Endamál

Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðaran á stovninum og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommunu. Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

 

§2 Heiti

Foreldraráðið fyri Frítíðarskúlan Sýslan í Sørvágs Kommunu.

 

§3 Foreldraráðslimir

Í ráðið kunnu veljast øll sum hava børn í stovninum.

 

§4 Atkvøðurætt

Foreldur ella avvarandi hava eina atkvøðu hvør.

 

§5 Ráðið

Foreldraráðið er samansett av trimum limum, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarðandi.
Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur eftir somu skipan sum ráðsval.

Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sæti í ráðnum, og fylgjur hann tíðini hjá fráfarandi limi.

Foreldraráðið kemur saman minst tvær ferðir um árið, tað einu ferðina er tá foreldrafundurin er, og áliggur tað formanninum at kalla saman. Berst honum frá kallar næstformaðurin ráðið saman.
Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.
Ráðsfundur er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av ráðslimunum eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at ráðsavgerðir eru einmæltar.
Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

 

§6 Foreldrafundur

Foreldrafundur verður hildin á heysti eina ferð um árið við hesi dagsskrá:

  1. Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna ári
  2. Frásøgn frá foreldraráðnum
  3. Val av limum og varalimum til foreldraráðið
  4. Viðgerð av innkomnum málum
  5. Ymiskt

Uppskot, sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 7 dagar fyri fundin.
Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.
Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.
Fráboðan til foreldrafund skal vera við uppslagi á stovninum við 14 daga varningi.
Er talan um mál, ið hava serligan skund, kann víkjast frá 14 daga tíðarfreistini.

 

§7 Samráðingar

Ráðið er lið millum foreldur, stovns-/deildarleiðara og kommununa.

 

§8 Ábyrgd limanna

Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu.

 

§9 Aðrar ásetingar

Innlit í fundarfásagnir v. m. frá ráðs- og ella foreldrafundum verða ásetingarnar í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina gjørdar galdandi.

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
[email protected]

Leiðari: 233240
Varaleiðari: 233248
Lítlalon: 233241
Pinkuból: 233242
Barnabýli: 233243
Barnaból: 233244
Barnalon: 233245
Stóralon: 233246
Sýslan: 233247