Páskir 2018

Nú nærkast páskafrítíðin og fara vit at biðja tykkum foreldur um, at boða frá hjá starvsfólki á stovunum, um barn tykkara kemur ella hevur frí í stilluviku, tað eru dagarnir 26., 27. og 28. mars.

Broyttar upplatingartíðir í ungdómshúsinum

Frá mánadegnum 19. februar 2018 eru hesar broytingar í upplatingartíðunum í ungdómshúsinum:

 

  • 4. flokkur:
    • mána- og mikukvøld kl. 18 - 20:30
  • 5. - 7. flokkur:
    • mána- og mikukvøld kl. 18 - 22
  • 8. - 10. flokkur:
    • fríggjakvøld kl. 19 - 24

Summarfrítíðin 2018, foreldur, skúlabólk

Góðu foreldur

Í summar verður stongt í Alvalon. Talan er um vikurnar 29, 30, 31 og 32. Og vit skulu tískil boða tykkum frá, at børnini í elstabólki eru útmeldaðið úr Alvalon 1. juli 2018 og at juli mánaður er gjaldsfríur.

Um tað er so, at onkur hevur tørv á ansing fram til viku 29 er hettar gjørligt, tó skulu vit gera vart við, at tá skal gjaldast fyri hálvan juli mánaða.

Fyri at ansingarskipanin í summar skal vera so væl skipað sum gjørligt, skal boðast frá seinast 1. mai 2018 hjá Claus A. Rasmussen leiðara.

Til ber at melda børnini í frítíðarskúlan Sýslan.
Tilmeldingarskjal er at finna á heimasíðuni, og tað kann eisini fáast frá stovninum.

Sýslan letur upp samstundis sum skúlin byrjar og goldið verður fyri hálvan august mánaða.

Kunning um summarfrítíðina 2018 í Alvalon

Vit skulu minna tykkum á, at Alvalon hevur stongt í summar. Talan er um vikurnar 29, 30, 31 og 32.

Hettar tíðarskeið er møguleiki hjá teimum, sum hava tørv á ansing, at fáa tey ansaði í Miðgarði í Miðvági.

Fyri at ansingarskipanin í summar skal vera so væl skipað sum gjørligt, skal boðast skal frá seinast 1. mai 2018 hjá Claus A. Rasmussen leiðara.

Vit kunnu ikki siga nú, hvørji starvsfólk koma við ella hvussu nógv tey verða úr Alvalon. Tikið verður støði í, hvussu nógv børn fara yvir i Miðgarð.

Skúlabólkurin

Út frá fundinum, sum vit høvdu við foreldrunum hjá børnunum í skúlabólkinum, um at skúlabólkurin skal oman í Sýsluna í mars ella apríl, hava vit gjørt av, at børnini fara oman í Sýsluna at ganga frá 3. apríl 2018.

Ungdómshúsið

Ungdómshúsið verður opið soleiðis:

mánadag frá kl.18.00 - 22.00 fyri børnum úr 4 - 6 flokki

mikudag frá kl. 18.00 - 22.00 fyri ungum úr 7 - 8 flokki

fríggjadag frá kl. 19.00 - 24.00 fyri ungum úr 9 - 10 flokki

 

Limagjaldið er sett at vera 50,00 kr

Ungdómshúsið hevur móttøku í Sýsluni

IMG 6944

 

Í sambandi við at ungdómshúsið fer at lata upp í Sýsluni í Sørvági verður móttøka tann 2. februar millum kl. 17:30 og 20:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Sørvágs kommuna

Verkfallið er av :)

Vit fara at ynskja øllum eitt gott nýggjár og gleðast um, at vit eru samlaði aftur.

Eftir sum verkfallið/-bannið vardi so leingi, verða temadagarnir, "Vit eru so ymisk", sum skuldu verða í viku 2 og 3, og heilsuvikurnar í viku 3 og 4 avlýstar.

Verkbann

Dagstovnarnir í Sørvágs kommunu eru stongdir vegna verkbann.

Meðan stovnarnir eru stongdir, rinda foreldur ikki ansingargjald. Hetta er galdandi so leingi, verkbannið stendur við.

Verkfall

Kommunurnar hava í dag gjørt av at steingja barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar hósdagin. Hetta er orsaka av verkfalinnum, sum Pedagogfelagið hevur boðað frá at byrja í morgin klokkan 7.

Sagt verður tí frá, at barnagarðurin Alvalon steingir hósdagin 14.12.2017.

Sørvágs kommuna

Starvsfólk til ungdómshúsið í Sørvágs kommunu

Søkt verður eftir starvsfólki til eitt spennandi starv at byrja 2. januar og fyribils fram til 1. mai.
Arbeiðstíðin er trý kvøld um vikuna frá kl. 17-22.

Arbeiðsuppgávan er at byrja eitt nýtt tiltak fyri børn og ung frá 4. flokki til 10. flokk, saman við øðrum starvsfólki.

Les meira...

Ansingargjald

 

Ansingargjøldini verða broytt frá 1. januar 2018.

 

Vøggustova 0-3 ár:
full tíð kr. 1.900,00
hálv tíð kr. 1.045,00

 

Barnagarður 3-6 ár
full tíð kr. 1.600,00
hálv tíð kr. 880,00

 

Frítíðarskúli:
ful tíð kr. 950,00
hálv tíð kr. 523,00

 

Yngsta barnið skal gjalda fult gjald, næsta barnið hálvt gjald, hevur familjan fleiri enn 2 børn, skulu hesi onki gjalda.

 

Av tí at bygdaráðið hevur samtykt at lækka barnagjøldini frá 01.01.2018, er neyðugt at skráseta nýggju gjøldini umvegis heimasíðuna hjá Alvalon/kommununi innan 14.12.2017.
Samstundis verður heitt á foreldrini um at strika verandi gjøld.

 

Tilmelding (heil tíð)

 

Tilmelding (hálv tíð)

 

Vinaliga
Sørvágs kommuna

Summarfrítíð 2018

Stovnurin verður stongdur í vikunum 29, 30, 31 og 32. Kunngjørt verður seinni, hvør stovnur á oynni verður opin.

Ráðleggingardagar 2018

Ráðleggingardagarnir í 2018 eru lagdir at vera 3. apríl og 28. septembur.

Foreldraráðið í Alvalon

Á foreldraráðsfundi skipaði ráðið seg soleiðis:

Forkvinna: Katrin Bonde mamma Trygva og Sjúrður
Næstforkvinna: Gunna Góðadal mamma Anitu
Skrivari: Ingunn Hansen mamma Rannvá
Ráðslimir: Johan Mikkelsen pápi Jón Sjúrður, Barbara Reynheim Mouritsen mamma Sólgerð, Rakul Vang mamma Hjørdis, Leifur av Trøð Trondesen pápi Anna Ró og Rebekka og Lena á Ørg mamma Elsa, Laila og Jóhannus Rani.

Frítíðarskúlin Sýslan og ungdómshús

Vit eru glað fyri at kunna tykkum um, at vit hava fingið loyvi frá Kommununi, at 3. flokkur kann ganga í frítíðarskúla og at Sýslan kann brúkast til ungdómshús.

Tilmelding til frítíðarskúla kann gerðast á t-post Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., til ber eisini at fáa eitt oyðiblað her á heimasíðuni ella við at venda sær til stovnin.

Meira fæst at vita um ungdómshúsið seinni.

Alvalon

Kjóadalsvegur 2
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 40
[email protected]

Claus A. Rasmussen
leiðari
tel. 23 32 40

Bjørg av Kák Olsen
varaleiðari
tel. 23 32 49

Borgarhjørt Larsen
varaleiðari í Sýsluni
tel. 23 32 48

Barnaból
tel. 23 32 44

Barnabýli
tel. 23 32 43

Barnalon
tel. 23 32 45

Lítlalon
tel. 23 32 41

Pinkuból
tel. 23 32 42

Stóralon
tel. 23 32 46

Sýslan
tel. 23 32 47